Fyri eina slíka tíð sum hesa!
Sonja I. Jacobsen, 08.03.2016

Róm 12: 11-12 Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!  v12 Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini.

 

Efs. 6, 13 Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vonda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið!

 

Eg elski Guðs orð, tess kraft og myndugleika, tað er livandi og máttmikið og stendur um alla ævir. Vit liva í eini tíð, sum er sera avbjóðandi á allan hátt, alt koyrir í høgum tempo, ágangurin stórur, heimurin sær ljótur út. Hvussu er í okkara landi, hvussu er tilstandurin í samkomuni? Orðið talar um at rannsaka seg sjálvan - Sálm. 139, 23 og 24, og Opinb. 2 og 3 skrivar um tilstandin hjá samkomunum. Vit mugu verða klár yvir, at ateisman, humanisman, islamisman, egoisman, hava etið seg langt inn í Europa og eisini í Føroyum.

 

Bøn mín er, sum tað stendur í Efs. 5,14 til 16. Tí verður tað sagt: Vakna, tú sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær! 15. Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, 16 so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vondir.
Og eisini er bøn mín, sum tað stendur í Opb. 3, 18, at tú keypir av mær salvu at smyrja eygu tíni við, fyri at tú kanst síggja. Amboð okkara ella vápn er bønin, orðið, samfelagið, einleiki andans, tilbiðjan.

 

Sum orðið eg byrjaði við, so tørvar okkum at vera brennandi í andanum, hava vón, vera tolin og áhaldandi í bønini fyri at fáa sigurin í hús. So stríð trúarinnar góða stríð, ílætin øll herklæðir Guðs, so vit kunnu veita mótstøðu hin vonda dagin og standa við, tá ið alt er vunnið.

 

Tey gomlu siteraðu oftani hesar reglur úr einum sangi: Begyndt er ikki endt, det må du vide, du har din frelser kendt, bliv ved at stride.

 

Bønarfólk, samlið tykkum sum ongantíð fyrr til bøn fyri landi og fólki, latið okkum standa á orðinum, tað kol sum tú ert, latið tey samla seg til ein stóran eld, sum mótstøðu ímóti tí, at stríðsvápn okkara eru ikki holdlig, men máttug fyri Guði til at bróta niður vígvirki, við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð og hertaka eina og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi.


So latið okkum byggja á klettin Kristus, so vit ikki kastast higar og hagar. Tað er tann, sum heldur út til endans, sum fær sigurskransin. Kol 4, 1 til 2 og 12. So vakið, standið fastir í trúnni. Verið mannligir, verið sterkir, alt hjá tykkum veri gjørt í kærleika. 1. Kor 16, 13 og 14, 2. Tess, 3,3 men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa. Fil. 4, 23. Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!

 

Guðs signing!

 

Skrivað hevur Rannvá Royðutoft

Sí fleiri greinar