Í hesum døgum, er danski prædikumaðurin, Hans Berntsen, og vitjar í Føroyum.
Hans Berntsen hevur fleiri ferðir verið í Kelduni og tala, og hansara møtir eru altíð merkt av vitnisburðum um hvussu Gud grøðir, og so biður hann altíð fyri sjúkum, og teimum, ið hava tørv á forbøn.
Á hesi vitjan í Føroyum, verður hann at hoyra á hesum støðum:
Mánakvøldið 22. februar kl. 20.00 í Oasuni í Hoyvík
Týskvøldið 23. februar kl. 19.30 á Seglloftinum á Tvøroyri
Mikukvøldið 24 februar kl. 19.30 í húsinum við Á í Porkeri
Hóskvøldið 25. februar kl. 20.00 í Kelduni í Skálafirði