Navn:
Jógvan Andersen
Aldur:
24
Hjúnafelagi og børn:
Kona mín er fitta Sólrun Andersen, dóttir Helga og Oddbjørg Abrahamsen á Strondum. Vit hava eingi børn, men ein næstan 2 ára gamlan beagle hund, sum eitur Naja :)
Hvar býrt tú?
Vit búgva í Sjóvartúni á Skála
Hvar ert tú uppvaksin?
Uppvaksin á Skála í einum friðarligum og hugnaligum umhvørvi
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Góð og gevandi, tó eisini torfør og avbjóðandi tíðarskeið
Hvat gert tú til dagligt?
Havi KT fyritøkuna Faroe Media í Saltangará
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg trívist ikki við at standa í stað. Byrjaði egið virki í 2010 fyri at skapa nýggjar møguleikar og vera við til at mynda KT-vinnuna í Føroyum og uttanlands
Hvat gert tú í frítíðini?
Samkoman fyllir sera nógv í frítíðini, men at raðfesta heimið hevur stóran týdning
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Lívsglaður, friðarligur og miðvísur
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg var til eitt møti á eini páskastevnu á Skála har Bergur Skovgaard og David Hansen talaðu. Hetta kvøldið bleiv løtan, eg valdi at játta Jesus sum mín Harra og frelsara. Eftir hetta var tað náttúrligt, at Keldan bleiv mítt andaliga heim
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eri partur av lovsangstænastuni og í lovsangsleiðsluni saman við dugnaligu Odu Sonju á Fríðufløtum og Kristinu N. Hansen. Aftanfyri tænastuna standa nógv framúrskarandi fólk, sum mynda tænastuna og hava ótrúligar makar, ið eisini geva seg, fyri at tey kunna vera við
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
Ein dreym um at vit gerast hugreyst og djørv. At vit velja at traðka út í tað ótrygga, at líta á Harran og lata alt yvir til Hann. Ein dreym um at menniskju blíva møtt yvirnáttúrliga, og vit leggja alt okkara egna niður. Vit hava einki at geva í samkomuni, tænastuni e.l., sum vit ikki hava við hús og í okkara dagliga sambandi við Kristus.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Rólig nú, eitt ár í senn :)
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
At Harrin svíkur aldrin. Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. Les 5. Mós. 31, 6