Hvør er Djóni?
Sonja I. Jacobsen, 02.02.2016

Navn:

Djóni á Boðanesi

 

Aldur:

40

 

Hjúnafelagi og børn:

Kona mín er Maria, dóttir Sólrun og Óla Abrahamsen í Fuglafirði. Vit hava 3 børn. Bodil er 12, Ottar er 10, og Sólja er 5.

 

Hvar býrt tú?

Í Fuglafirði.

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Í Havn. Fyrstu 6 árini í R.C. Effersøesgøtu, og síðani fluttu vit út á Boðanes at búgva.

 

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Míni barnaár vóru góð og trygg. Eg eri yngstur av 4 syskjum, og tað sigst, at eg varð spiltur sum barn.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eri sjálvstøðugur innan kt.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Síðan eg var heilt lítil, vildi eg antin verða programmør ella grannskoðari. Og tað bleiv programmør, ella forritari sum tað kallast.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eri saman við familjuni fyri tað mesta, og so treni eg taekwondo í Søldarfiri saman við soninum Ottari.

 

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Eg haldi meg vera sera forvitnan, men samstundis smædnan.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Keldan var andaliga heimið hjá Mariu, tá vit møttust, og eg var nýfrelstur og áhugaður, í hvussu møtini í Kelduni vóru.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Guds nærveru, serliga meðan vit øll syngja lovsang, dámar mær best.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?

Eg havi fingið tann framíhjárætt at verða sloppin at tæna í einum bólki, sum hevur barnamøti.

Eisini eru Maria og eg leiðarar í einum av familjuhúsbólkunum, ið eru knýttir at Kelduni.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Nógvar. Hatta er ein góður spurningur, vit kunnu seta hvørjum øðrum, meðan drekkamuður er í matarhøllini.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Kanska á einari fjarskotnari oyggj. Her.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Matteus 6:33 hevur sera nógv at týða í mínum lívi.

 

“Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!”

Sí fleiri greinar