Halt fast í lyftunum
Sonja I. Jacobsen, 25.01.2016

Á seinna møtinum brúkti Michael Brown nakað av tíð uppá at greiða frá einari andaligari veking, sum gekk fyri seg í Hebridunum í 1949.

 

Hebridirnar vóru merktar av, at religiónin var stirvin, og unga fólkið í oyggjunum var ikki áhugað í kristindóminum.

Tey, sum gjarna vildu hava eina veking, høvdu fingið Esaias 44:3 sum lyfti um, at vekingin fór at koma. Tvær systrar, ein blind og ein giktsjúk, settu seg í samband við ein prædikumann, Duncan Campbell, um at koma til Hebridurnar at hava møtir. Hann kundi ikki, tí hann hevði lovað at tala við eina møtirøð. Tann blinda systurin segði “Man says he is not coming. God says he is coming”. Møtirøðin, hann skuldi til, varð avlýst, og tað gjørdist byrjanin uppá eina stóra veking. Hinvegin var tað ikki heilt uttan afturstig. Aftaná 6 vikur við veking fóru tey til eitt annað stað, har tað ikki hendi nakað. Ikki fyrr enn ein jarnsmiður, sum var við, minti Gud á hvat Hann hevði lovað.

 

Gud tú lovaði! Orðingin var afturvendandi í taluni hjá Brown. Í andaligum arbeiði verða tað afturstig, og vit føla tað, sum at Gud ikki svarar ella heldur tey lyftini, Hann hevur givið. Gudi dámar, at vit minna Hann á, at Hann hevur lovað okkum okkurt. Vit skulu tí gera tað – tilbiðja og ikki gevast. Hann skal minnast á, at tað snýr seg um Hansara æru og um Hansara skapning.

 

Jósef er eitt gott dømi um, at lyftini taka tíð. Hann hevði fingið at vita, tá hann var 17 ára gamal, at hann skuldi vera nakað serligt, men hann endaði við at verða seldur og sat í fongsli í Egyptalandi, tá hann var 30 ár. Hann hevði góðar grundir til at spyrja, hvar lyftini blivu av.

 

Stóri boðskapurin hjá Brown var, at Gud kemur at halda lyftið. Vit skulu, sum einkjan í Lukas 18, blíva við. Gud ynskir at svara okkum, meira enn vit vilja hava Hann at svara. Hann vil hava, at vit hungra og tysta eftir Honum.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Erland Tvørfoss

Sí fleiri greinar