Michael Brown í Kelduni
Rúni Rasmussen, 21.01.2016

Kendi prædikumaðurin og rithøvundurin Michael Brown fer at hava vekingarmøtir í Kelduni. 

 

Møtini verða hildin sunnudagin 24. januar kl. 11.00 og kl. 18.00.

 

Tema fyri hesi vekingarmøtir er: Hví veking?

 

Umframt at vera prædikumaður og rithøvundur, er hann eisini rektari, gestaprofessari, kjakari og útvarpsvertur.

 

Brown var ein av leiðarunum í stóru vekingini, sum var í Brownsville Assembly í Pensacola 1995-2000. Hann ferðast víða, og eitt av hansara hjartamálum er, at samkomur og kirkjur ávirka og broyta samfelagið við kraftini í gleðiboðskapinum. Eisini hevur hann í mong ár arbeitt við trúboðan millum hansara egna fólk – jødar. Hann hevur skrivað 27 bøkur.

Hann er rektari fyri FIRE School of Ministry. Brown hevur doktaraheiti í (PhD) í miðeysturmálum og bókmentum frá New York University. Hann er gestaprofessari á fleiri kendum gudfrøðiskúlum í USA.

 

Les meira um Michael Brown á www.askdrbrown.org.

 

Tað eru samkomurnar Lívsins Orð og Keldan, sum skipa fyri møtunum.

 

 

Lívsins Orð og Keldan

 

Sí fleiri greinar