Innskriving til 1. flokk og tilmelding í forskúla
Sonja I. Jacobsen, 07.01.2016

Innskriving til komandi 1. flokk 2016/17 verður í Frískúlanum, Kelduni hósdagin 21. januar kl. 15-17. Vinarliga havi dóps- ella navnaseðil við.

 

Vit hava eisini almennan kunnandi fund um forskúlan hóskvøldið 21. januar kl. 19.30, har eisini møguleiki verður fyri tilmelding.

 

Frískúlin Keldan er ein kristin frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er at menna næmingin í kunnleika, sosialt, likamliga og andaliga. Vit seta fjølbroytni, tryggleika og læring í hásæti.

 

Forskúli, skúli 1.-6. flokk og frítíðarstova eru alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúruvinarliga umhvørvinum.

 

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

 

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skúlaleiðaran.

 

Jastrid Høj
Fartlf. 232510

Sí fleiri greinar