Jesus broytti heimin
Rúni Rasmussen, 22.12.2015

Hann var ikki føddur á einum slotti, men í fjósi. Hann skrivaði onga bók. Hann kom ikki frá mætari familju. Hann ferðaðist ikki langt. Hann var ikki væl lýddur av teimum teimum leiðandi í samfelagnum. Fleiri hildu hann vera í ørviti. Fjøldin og høvuðsprestarnir dømdu hann til deyða. Hann leið deyða á krossi saman við brotsmonnum.

 

Men. Hann broytti heimin.

 

Hesa tíð halda vit jól. Vit minnast, at Jesus varð føddur. Tað kann tykjast løgið fyri summi, at vit blíva við at minnast eitt menniskja, ið varð føtt í einum fjósi fyri 2000 árum síðan. Men Jesus er ikki eitt vanligt menniskja. Hann hevur sum einki annað menniskja sett síni fingramerki á einstaklingar, samfeløg og heimssøguna í 2000 ár. Og tað er einki, sum bendir á, at Jesus nakrantíð fer í søgubøkurnar, sum eitt stórt menniskja, ið einaferð hevði stóra ávirkan á menniskju og samfeløg. Nei, Jesus blívur við at ávirka, hugtaka og geva íblástur til óteljandi menniskju kring allan heim.

 

Jesus hugtók

Lærisveinar Jesusar vóru so hugtiknir og gripnir av teirra meistara og hansara læru, at teir vóru til reiðar at geva teirra lív fyri meistaran. Flest allir lærisveinarnir liðu deyðan fyri teirra trúgv á Jesus.

 

Dugdi Jesus so væl at billa teimum inn, at hann var sonur  Guds, og at hann var sendur í heimin at frelsa fortapt menniskju, at teir trúðu honum fult og fast?  

 

Um Jesus bert var ein sjáldsama góður yvirtalari og lygnari, so er niðurstøðan greið: lærisveinarnir livdu og doyðu fyri eina lygn. Dárskapur. Ein tragisk lagna. Men er tað so, at Jesus er sonur Guds, og at hann varð sendur at frelsa menniskju, og at hann reis upp frá hinum deyðu, so geva teirra lív og deyði veruliga meining. Jesus kallaði teir frá teirra vanliga starvi til at fylgja sær treytaleyst. Hann nam við teirra lív. Hann vísti teimum Guds kærleika og umsorgan; hann lærdi teir at elska næstan í orði og í verki.

 

Grøvin er tóm

Tað var ikki bara jarðarlív Jesusar, sum bergtók og fangaði teirra hjørtu. Jesus doyði, sum hann hevði sagt teimum, og deyði hansara nam djúpt við teirra hjørtu. Men søgan endar ikki her. Jesus varð lagdur í grøv, ið varð væl ansað av rómverskum hermonnum, men triðja dagin var grøvin tóm. Hann reis upp frá hinum deyðu og vísti seg fyri kvinnunum, sum komu til ta tómu grøvina, og fyri lærisveinunum og seinni fyri fleiri enn 500 kristnum.

 

Fyri lærisveinarnar og tey fyrstu kristnu var Jesu uppreisn og opinbering ein staðfesting og enn eitt prógv um, at Jesus veruliga var sonur Guds og at alt, ið hann hevði sagt um seg sjálvan, var satt. Fyri tey var Jesus livandi og nærverandi. Tey fylgdu honum íðin og kundu ikki lata vera við at tosa um tann upprisna frelsaran og gleðiboðskapin.

 

Tað eru ikki øll, ið trúgva, at Jesus reis upp frá teimum deyðu. Hann reis ikki upp, siga summi, tí hetta er í andsøgn við tað, sum kann skiljast við vitinum. Hetta stríðir ímóti teirra heimsáskoðan, sum ikki rúmar møguleikanum fyri, at nakað er til, sum ikki kann fatast og forklárast við vitinum. Men Jesu uppreisn kann ikki fatast við okkara avmarkaðu fatanarevnum.

 

Roynt hevur verið at burturforklára Jesu uppreisn. Men trupulleikin er, at alternativar forkláringar halda ikki. Prógvini peika ein veg: søgan um Jesu uppreisn er søgulig og sonn.

 

Kristna trúgvin hvílir á Jesu deyða og uppreisn. Uttan Jesu uppreisn gevur kristna trúgvin ikki meining. “Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við!” segði Paulus við samkomuna í Korint.   

 

Eg eri hugtikin og gripin av Jesusi, tí hann skarar framúr. Eingin annar persónur í søguni hevur havt, og hevur, so stóra og positiva ávirkan á menniskju og samfeløg sum Jesus. Hansara lív her á fold vísti greitt eitt menniskja í serflokki.

 

Jesus reisti tey upp

Hann tók sær av teimum, sum samfelagið hevði vrakað. Tollarar og syndarar dróg hann til sín og vísti teimum Guds kærleika og umsorgan.

 

Fólk hildu seg burtur frá teimum spitalsku og koyrdu tey burtur frá sær, men Jesus fór til tey, nam við tey og grøddi tey. Tey fingu fullkomna uppreisn.

 

Jesus undirvísti við yvirnatúrligum vísdómi um Guds ríki og hvussu vit skulu liva sum menniskju. “Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum” er bert eitt av mongum dømum um hansara vísdóm og innlit.     

 

Jesus avdúkaði og fordømdi dupultmoralin hjá teirri sjálvrættvísu átrúnaðarligu elituni. Hann gjørdi fullkomiliga teir til skammar, sum í egnari rættvísi ætlaðu at steina kvinnnuna, ið var tikin í hori. “Táið teir nú hildu á at spyrja, rætti Hann Seg upp og segði við teir: "Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin á hana!" Teir fóru avstað við ásannan um, at heldur ikki teir vóru syndafríir. Jesus fordømdi ikki kvinnuna, men gav henni frelsu og trúgv á framtíðina.

 

Jesus tók ikki bara synd í teimum, sum vóru sjúk og vóru illa fyri á ymiskan hátt. Hann gjørdi nakað við støðuna. Jesus grøddi øll tey sjúku, sum komu til hann. Hann koyrdi ongan frá sær. Eingin sjúka var ov lítil og eingin sjúka var ov trupul fyri Jesus.

 

Jesus livdi fyri at tæna sínum næsta. Hann segði, at hann var ikki komin fyri at lata onnur tæna sær, nei, hann kom fyri at tæna øðrum og at geva sítt lív fyri øll menniskju. Jesus segði við lærisveinar sínar: “Eingin hevur størri kærleika, enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar.” Og tað var júst tað, ið hann gjørdi.

 

Jesus er tann besti leiðarin, sum heimurin hevur sæð. Eingin annar dugir so væl sum Jesus at leiða, menna og fáa tað bestu fram í menniskjum við tí fyri eyga at vera ein signing og positivt íkast til tey, sum ein leiðir og samfelagið sum heild.   

 

Jesus livdi 100 % í samsvari við tað, sum hann prædikaði. Einki ósamsvar var millum orð og gerðir hansara. Tað lak ikki millum teori og praksis. Jesus var og er álítandi. Hann heldur orð. Tað sannaðu hansara fyrstu vinir og lærisveinar, og gjøgnum søguna hava hundraðtals milliónir av menniskjum sannað og upplivað, at Jesus er tann, sum hann sigur seg vera.  

 

Kærleiki Guds

Jesus var kærleikans umboðsmaður. Hann var ein endurspeglan av Gudi, sum er kærleiki. Jesus vísti í orðum og gerðum Guds kærleika, ið er til øll menniskju. Hann varð spottaður og háðaður fyri okkum. Hann gav sjálvboðin sítt lív á krossinum fyri teg og meg. Hann gav alt, hann gav sítt lív. Gud hevði so stóran kærleika til okkum, at hann sendi Jesus at frelsa okkum frá okkum sjálvum, okkara synd, sum heldur okkum burtur frá Gudi, skapara okkara.

“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” (Jóh. 3,16).

 

Gávan er tín

Tú ert virðismikil! Gud hevur skapt teg, og hann virðismetti teg so høgt, at hann gav sítt allarbesta fyri teg. Hann gav Jesus.

 

Jesus er tann størsta gávan, sum givin er. Tú hevur fingið ta størstu gávuna.

 

Jesus var einaferð eitt fitt og lítið smábarn eins og vit einaferð vóru tað. Men hann var og er meira enn tað. Hann er Guds sonur og heimsins frelsari.

 

Men eingilin segði við teir: "Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.” (Luk. 2,10-11).

 

Jesus livir og hugtekur, broytir og frelsir menniskju sum ongantíð fyrr. Jesus gevur nýtt lív og vón um, at teir bestu dagarnir eru fyri framman, hóast umstøðurnar kunnu vera truplar. Hetta kunnu millónir av kristnum um allan heim vitna um.

 

Latið okkum nú á jólum í takksemi minnast og hátíðarhalda, at Jesus er Guds stóra gáva til tín og mín.  

 

Gleðilig jól!

 

 

Rúni Rasmussen

 

 

(greinin varð skrivað á jólum 2012 og tá løgd á keldan.fo. Greinin er tillagað) 

 

Sí fleiri greinar