Navn:
Kristina Nónklett Hansen
Aldur:
34. 35 tann 17. januar.
Hjúnafelagi og børn:
Gift við Jógvan Martin Hansen síðani 20. juli 2002, og saman eiga vit fýra fantastisk børn: Filip, 12 ár, Boas, 10 ár, Eyðun, 6 ár og Dinna Lisa, 1 ár.
Hvar býrt tú?
Vit keyptu hús í Saltangará fyri sjey árum síðani, og her búgva vit enn.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Danmark. Eg var tvey ár, tá vit fluttu niður. Vit búðu 11 ár í Frederikshavn og fimm ár í Aalborg.
Eg og vinkona mín, Hanna, fluttu heim til føroyar í august 1999, tá eg var 18 ár.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Hendingarík, stuttlig, góð og trygg.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg eri dagrøktari.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Mær dámar væl at arbeiða við børnum, og so er tað eitt stórt pluss, at eg sleppi at arbeiða heima.
Hvat gert tú í frítíðini?
Hugni mær við familju og vinum. Lovsangur fyllir nógv, umframt bindiklubbar og acapellabólkurin Glæma.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Friðarlig og sindur smæðin. Mær dámar betri at lurta enn at tosa.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tá mamma og babba fluttu heim í 2000, fóru tey at ganga í Kelduni. So eg fór bara við, og føldi meg heima alt fyri eitt.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
At tað er so frítt og heimligt. At vit hava eitt so fantastiskt pastor-par, sum hava bæði beinini á jørðini og ikki eru hástór.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
- Ja, eg eri leiðari fyri lovsangstænastuni. Eg eri eisini í kaffitænastuni, umframt at Jógvan Martin og eg eru húsbólkaleiðarar í einum familjuhúsbólki.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Veking! At salurin skal vera smekkfullur av menniskjum, sum eru hungrandi og desperat eftir meira av Gudi. At samkoman skal fáa eyguni upp fyri, hvat lovsangur og tilbiðjan veruliga er.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Ja, tað verður spennandi at vita.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Tá Jógvan Martin og eg tóku ring uppá, valdu vit at seta eitt vers í ringarnar:
Orð. 3:3
Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns.
Tað skuldi minna okkum á altíð at elska hvønn annan og altíð at vera trúføst móti hvørjum øðrum.
So tað hevur nógv at siga fyri okkum.