Vit syngja jólini inn
Jonna Heinesen, 16.12.2015

Eins og undanfarnu ár, fara vit at syngja jólini inn í Kelduni, 23. des. kl. 21.
Hetta er eitt sera væleydna tiltak, har fleiri koma saman at syngja og hoyra framførslur, sum tað seinasta áðrenn jólini av røttum byrja.

Skráin í ár verður eins hugnalig og undanfarnu ár. Tað verður nógvur felagssangur, framførslur, og so kemur Petur Hans Hansen av Toftum eisini at syngja nakrar sangir.
Aftaná verður hugni við einum góðum drekkamunni og holukøkum.
Øll eru vælkomin og tað er ókeypis atgongd, men vit fara, sum undanfarin ár, at hava eina innsavnan til missión.

Sí fleiri greinar