Hvar bleiv Jesusbarnið av?
Sonja I. Jacobsen, 16.12.2015

Sunnudagin var familjujólahald í Kelduni, og nógv fólk vóru samankomin til hetta sera hugnaliga tiltak. Salurin var so vakurt pyntaður, jólatræið stóð so prýðiligt og flott, og fólk vóru í góðum hýri.

 

Tað blivu sungnir jólasangir, vit hoyrdu børnini í sunnudagsskúlanum syngja vakran sang fyri okkum, søga og góður boðskapur var eisini á skránni.

 

Eisini eitt stuttligt, men sigandi dramaspæl var framført. Tað fekk okkum til at minnast til, hvat jólini veruliga eru um, og at vit ikki eiga at gloyma hetta í øllum jólastákinum hjá okkum.

 

Sum siður er dansaðu vit eisini um jólatræið, og aftaná varð farið inn í kaferiuna, har vit hugnaðu okkum og fingu okkurt leskiligt til matna.

 

Boðskapurin hendan dagin var, at jólini eru her fyri at minna okkum á, at Jesus kom í heimin at frelsa okkum, og at hetta er stórsta gávan, givin er.

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

Sí fleiri greinar