Ja til kærleikan?
Rúni Rasmussen, 10.12.2015

Lyle Shelton úr Avstralia fer at tala á AWAKE í Kelduni leygakvøldið kl 20.00. Evnið er: Ja til kærleikan?

 

Tað er felagsskapuirn ”Ja til hjúnabandið”, sum hevur bjóðað Lyle til Føroyar. Hann er dagligur leiðari fyri Australian Christian Lobby. Lyle ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Hetta vikuskiftið vitjar hann í Føroyum.

 

Á ferðini fer Lyle Shelton at luttaka á bæði almennum og óalmennum tiltøkum. Høvuðstiltakið verður sunnudagin 13. desember kl. 15.30, tá Lyle Shelton heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er “Hvat ‘javnrættindi’ kosta samfelagnum”.

 

Les meira um “Ja til hjúnabandið” og vitjanina á hjunaband.fo

 

Kelda: hjunaband.org

 

Sí fleiri greinar