Hvør er Solveig?
Sonja I. Jacobsen, 08.12.2015

Navn:

Solveig Rasmusardóttir Petersen

 

Aldur:

27 ár

 

Hjúnafelagi:

Oddmar Eyðbjørnson Petersen. Vit hava verið gift í 3 ár.

 

Hvar býrt tú?

Á Strondum.

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Á Strondum.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Ótrúliga góð, stuttlig og trygg.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Arbeiði sum lærari í Frískúlanum í Kelduni.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg havi altíð elskað at arbeiða við børnum, og sum 17 ára gomul fekk eg ein dreym um at gerast lærari.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Skúlating... tvætl! Eg spæli eitt sindur flogbólt, hugni mær heima og eri saman við teimum, sum eg elski.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Tað er helst lættari at spyrja míni nærmastu. Men um eg skal siga okkurt sjálv, so haldi eg, at eg havi eitt lætt lyndi og dugi at síggja tað positiva frammum tað negativa, og kanska at eg hoyrist har, sum eg eri.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Eg eri uppvaksin í samkomuni.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Har eru so nógv fantastiska fitt fólk, og eg kenni meg heima har.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Eg eri í sunnudagsskúlanum, junior og vaski- og kaffitænastuni

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Ein dreymur fyri samkomuna er, at Gud skal sleppa at gera stór ting í sunnudagsskúlanum, har Hann skal sleppa at mynda eitt sterkt andaligt ættarlið, sum kemur at broyta Føroyar.

 

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Sikkurt sama stað. Men hvør veit?

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Eitt vers, sum hevur fylgt mær, frá tí eg var tannáringur, er Sálmur 86, 11. Hetta versið er mín bøn hvønn dag, tí tað er alt ov lætt at ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja tí, sum Hann vil.

 

Lær meg veg Tín HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt!

Sí fleiri greinar