Jólini eru ein kristin hátíð
Sonja I. Jacobsen, 07.12.2015

”Eg minnist sum barn, hvussu spentur eg var til jóla. Tá tvey ljós vóru tendrað í adventskransinum visti eg, at nú nærkaðist.”

 

Pauli Høj stendur á væl prýdda pallinum í Kelduni, sunnumorgunin 6. desember. Fremst á pallinum standa 4 reyð stearinljós, harav tvey eru tendrað. Tað er annar sunnudagur í advent. Tað stóra jólatræið er sett upp og pyntað innast í salinum, og jólaperur og annað prýði á pallinum bera eisini boð um, at jól eru í hondum.

 

Inni í kantinuni við síðuna av liggja nógvir pakkar við smákakum, sum fólk hava verið og bakað leygardagin. Hetta eru gávur, sum tænastan ”Útrætta hondin” skal bera fólki, sum eina jólaheilsan frá Kelduni.

 

”Tá eg bleiv frelstur, og fleiri við mær, høvdu vit hug at tveita burtur alt, sum hevði við siðvenju at gera. Nú taka vit nógv av tí fram aftur,” segði Pauli og kundi ikki bara sær, við einum skálkabrosi, at biðja eldra beiggjan, Tummas Jákup, geva sær rætt í tí, at siðvenjur kunnu vera góðar. Tummas Jákup játtar, men tað er týðiligt, at hetta var ikki júst tann spurningurin, sum honum dámar best at skula svara alment - og tað veit Pauli.

 

Fyrireiking

”Advent er fyrireiking til tað komandi. Eisini til Jesu seinnu komu,” segði Pauli. ”Hetta er ein kristin hátíð, sum vit kunnu markera við kristnum ímyndum.”

 

Pauli greiddi síðani frá, at hann seinasta vikuskifti var í Danmark, og har legði hann til merkis, at allar tær kristnu ímyndirnar eru ruddaðar burtur úr handlunum. ”Vit vilja ikki stoyta onnur. Men tann kristna grundin (siðvenjan) er tryggleiki fyri okkum. Latið okkum byggja á hetta – ikki minst, tá aðrar siðvenjur royna at koma inná okkum,” segði hann. Hann segði eisini, at vit hava brúk fyri at seta fólk, ið byggja á røttu virðini, í lyklastøður í okkara samfelag.

 

Guds kalendari

”Adventstíðin er ein heilag bíðitíð, og tað sum Gud hevur lovað, tað fer hann eisini at halda. Vit skulu bíða í tolni,” segði Pauli. Hann vísti til hesi orðini úr Bíbliuni:

 

Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast. (Habakkuk 2,3)

 

Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað - "sum tit", segði Hann, "hava hoyrt Meg tala um. (Apostl. 1,4)

 

”Vit skulu bíða í tolni eftir teirri røttu tíðini. Vit skulu hava eyguni fest á hann, sum vit bíða eftir. Men um tú ikki eigur vónina í Jesusi, so er eisini týdningarmikið, at um tú hoyrir hansara kall nú, so mást tú ikki útseta tað. Tí tá Jesus kemur aftur, tá verða bara tey við, sum hava valt hann til harra og frelsara. Velur tú hann til frelsara, verða jólini ikki bara ein ramma, men tá fáa tey eitt veruligt innihald,” segði Pauli.

 

Maibritt Frederiksberg leiddi møtið, og Kristina N. Hansen leiddi lovsangin.

 

Møtið sæst HER

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar