Hvør er Martin í Grund?
Sonja I. Jacobsen, 24.11.2015

Navn:

Martin í Grund

 

Aldur:

30

 

Hjúnafelagi og børn:

Siri Johnsdóttir í Grund. Vit eiga tveir dreingir, Johnbjørn og Treysti.

 

Hvar býrt tú?

Vit búgva í Gøtu

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Eg eri uppvaksin í Gøtu

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Tað vóru sera nógv børn í grannalagnum, og vit spældu úti hvønn dag og hvørt kvøld. Vit spældu fótbólt hvønn dag og 'krógva og blunda' hvørt kvøld.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg lesi til skipsførara, og so sigli eg eisini. 

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Ein orðsøk er, at tað er útfordrandi.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Mær dámar væl at fara á flot, í hagan, at røkta veltuna og tað, sum har til hoyrir. At spæla tónleik saman við øðrum tónleikarum og at vera í góðum selskapi. Alt tað seti eg sera stóran prís uppá. Eg havi eisini áhuga fyri miðlum og politikki.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Náttúrumenniskja, dámi væl útfordringar, og tað skal ikki vera ov lætt.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Mamma mín og systi byrjaðu at koma í Kelduna, og eftir eina tíð fekk eg nakrar andaligar upplivingar. Síðani tá havi eg gingið í Kelduna.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Fyri tíðina virðismeti eg prátini, samtalurnar og tað sosiala.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Eg giti, at vit vera búðsitandi í Gøtu um 10 ár. 

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

'Faðir vár' er dagligt, meðan sálm 91 og sálm 23 siteri eg ógvuliga ofta, næstan dagliga.

 

Sí fleiri greinar