Trúgvin sameinir okkum við Gud Trúgvin sameinir okkum við Gud
Rúna M. Rubeksen, 15.12.2014

”Tað verður ikki syndin, sum kemur at skilja menniskju frá Gudi á tí eina degi, men tað at tey ikki trúðu á Jesus.” Tað segði Jóhannes Martin Olsen, sum á møtinum sunnudagin talaði út frá yvirskriftini ”Trúarkraftin prógvað við vitnum úr gamla Ísrael” (Hebr. 11).

 

Størsti parturin av taluni snúði seg um profetin Dánjal, sum á ungum árum varð fluttur sum fangi til Bábel. ”Tað einasta hann hevði við sær heimanífrá var trúgvin, men tað var eisini ein góð barlast at hava,” segði Jóhannes Martin Olsen. Og so hugleiddi hann um, hvaðani Dánjal hevði fingið hesa trúnna (hvørjum ”sunnudagsskúla”, hann møguliga hevði gingið í).

 

Dánjal vaks upp í eini vekingartíð, tá Josias kongur gjørdi eina reformatión. Eftir nógv ár í gudloysi, varð lógbókin funnin fram aftur, og kanska var Dánjal ein av fruktunum av hesum. ”So stóran týdning hevur sunnudagsskúlin,” segði Jóhannes Martin.

 

Livandi frásagnir

Jóhannes Martin dugir sera væl at gera frásagnirnar livandi við millum annað at flyta hendingarnar yvir tíð, so tað var í heilum, at hann brúkti vendingar sum, at ”Dánjal fekk boð inn á sín i-pad.” Eisini greiddi hann sera livandi frá eini hending, tá eitt risastórt tangaskip rendi á land í Onglandi, tí teir høvdu sett kósina á skeivari síðu av vitanum. Manningin á vitanum royndi at morsa og veittra fyri at fáa skipið at skifta kós, men teir fínt klæddu offiserarnir á tangaskipinum heilsaðu aftur, uttan at skifta kós, og vanlukkan hendi.

”Vit hava fingið eitt ljós at taka støðu til, og einaferð fellir dómur yvir tey, sum fara á skeivari síðu av hesum ljósi,” segði Jóhannes Martin.

 

Martin í Grund sang
Áðrenn taluna sang Martin í Grund tríggjar sangir, harav tann eini var skrivaður til dagin. Martin hevði fingið at vita frá Jóhannes Martini, hvat hann fór at tosa um, og í tí sambandinum hevði hann gjørt ein sang sum Dánjal.

Við sær á pallinum hevði Martin eisini Paula Reinert Poulsen. Teir spældu báðir sera vakurt guitarspæl saman.

 

Møtið annars
Kaj Otto Frederiksberg leiddi møtið, og Kirstin Olsen leiddi lovsangin. Henning Hansen segði eisini nøkur orð í sambandi við innsavnanina av ”tíggjund og heilagum gávum”.

 

Møtið sæst á Netvarpinum HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar