Navn:
Marjun Hentze
Aldur:
53 ár
Hjúnafelagi og børn:
Eri gift við Virgar Hentze, og vit eiga fýra børn. Ove, Sigmund, Eyð og Ingvar
Hvar býrt tú?
Eg búgvi á Eiði
Hvar ert tú uppvaksin?
Eri somuleiðis uppvaksin á Eiði
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Míni barnaár vóru góð og still. Tað vóru míni foreldur og eg.
Hvat gert tú til dagligt?
Í løtuni eri eg heima, hjálpi til hjá børnunum og aðrastaðni.
Hvat gert tú í frítíðini?
Hvat er frítíð? Tá eg taki mær av løttum, fari eg gongutúrar, lesi og bindi nógv.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Um eg skal lýsa meg við fáum orðum, vil eg siga, at eg eri still av lyndi, dámi væl at arbeiða, dámi væl at hugna um.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg kom í Kelduna fyrstu ferð, tí at eg kendi fleiri, ið komu har.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað, ið mær dámar best, er, at endamálið er at koma nærri Jesusi. Føli meg heima í Kelduni og uppmuntraða.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eg eri við í kaffi, vaski, og møtivertatænastuni. Eri eisini við í húsbólki. Havi eisini verið við til jólar í samband við umsorganartænastuna.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
Eg droymi um, at Keldan sum samkoma vil leiða nógv til frelsu, at verða til signing fyri allar Føroyar og útum landoddarnar.
Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Um 10 ár? Góður spurningur. Eg vænti, eg verið í Føroyum onkrastaðni og arbeiði fyri Guðs ríki.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Rómbrævið 8.38-39 hevur verið til stóra troyst hjá mær ígjøgnum lívið. Tað besta er, at tað er galdandi fyri øll menniskju.
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.