Hvør er Árni Frederiksberg?
Sonja I. Jacobsen, 27.10.2015

Navn:
Árni Frederiksberg

Aldur:
23

Hjúnafelagi og børn:
Trúlovaður við Ásu Klein Olsen úr Klaksvík

Hvar býrt tú?
Eg búgvi á Høgabóli í Saltangará

Hvar ert tú uppvaksin?
Í Saltangará

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Míni barnaár haldi eg hava verið heilt fantastisk. Eg eri uppvaksin í einum trúgvandi heimi og havi fingið nógv gott viðføri at taka við mær víðari í lívinum.

Hvat gert tú til dagligt?
Seinasta árið havi eg starvast í kundatænastuni í Eik í Tórshavn. 1. nov. byrji eg í nýggjum starvi í vinnulívsdeildini hjá Eik í Tórshavn.

Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg fekk lærupláss í EIK í 2012, eg sá hetta sum ein avberða góðan møguleika at víðari-útbúgva meg her heima á klettunum.

Hvat gert tú í frítíðini?
Í frítíðini fer helmingurin av tíðini við fótbólti. Eg lesi eisini
AFR (1. part av HD) ígjøgnum Eik, so skúlatingini skulu eisini gerast.
Nú eri eg leiðari innan multimedia í Kelduni, samstundis sum eg eisini eri partur av bókhaldinum í samkomuni, so her er nokk at brúka tíðina til.


Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Málrættaður, treiskur, kappingarsinnaður og sosialur.

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg eri uppvaksin í Kelduni og havi gingið her frá barnsbeini av.

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er mítt andaliga heim, og mær dámar væl Awake leygarkvøld. Her savnast nógvur ungdómur, so samstundis verður tann sosiali tørvurin eisini mettaður.

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? Um ja, hvørjari?
Eg eri leiðari fyri multimediuna, og eri partur av bókhaldinum.

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At salurin verður fyltur, og at samkoman skal virka við til at vinna okkara ungdóm fyri Jesus.

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Ein sera trupul spurningur at svara uppá. Eg vænti, eg verið onkustaðni her á jørðini, livst so spyrst - eg veit snøkt sagt ikki.

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Eg vil heldur nýta eitt vers, sum hevur verið ein góður vegleiðari fyri meg. Babba málaði hetta uppá veggin í mínum kamari, tá eg var um 10 ár. Sálm 119:9: “Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan, við at halda seg eftir orðið tínum.” Man verður ongantíð ov gamal at fylgja teimum ráðunum.

Sí fleiri greinar