Vakið og biðið
Sonja I. Jacobsen, 14.07.2015

Tað er ikki fyrr enn vit vakna um morgunin, at vit finna útav, hvussu leingi vit hava sovið. Hetta kunnu vit eisini føra inn á okkara andaliga lív, tí viðhvørt eru vit sovnaði andaliga, har vit eru blivin líksæl, sjálvupptikin ella bara andaliga deyð. Tá vit so av eini ella aðrari orsøk vakna, kunnu vit blíva kløkk av, at vit hava sovið so leingi.

 

Ídag er umráðandi, at vit, sum kalla okkum Guds fólk, vakna og praktisera hetta orð um at vakja og biðja. Bøn er eitt sera stórt evni, og tað eru nógvar síður av bøn, sum úttrykkjast ymisk. Eitt er okkara persónliga samfelag við Harran, eitt annað er at koma saman til bøn, og alt er týðandi fyri okkara persónliga kristna lív og hevur ávirkan á okkara land og fólk.

 

1. Tim. 2:8 - Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,….

 

2. Mós. 17:11 So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.

 

Bøn kann verða úttrykt á ymiskan hátt. Vit síggja eisini, tá Paulus og Silas vóru settir í fongsul, so sungu teir Gudi lovsang og bóðu. Teir fingu bønarsvarið skjótt og blivu leysir, bæði teir og hinir fangarnir (Ápstl. 16:25-26).

Aðrar tíðir síggja vit, at vit skulu verða úthaldin í bønini, tí tað er ein andaligur bardagi (Efes 6:12).

 

Eg ynski at uppmuntra teg at vera við til at biðja fyri okkra landi og fólki og tí støðu, sum vit standa frammanfyri. Tínar og mínar bønir hava ávirkan og eru við til at mynda, hvussu okkara land formar seg.

 

Tað er ongantíð ov seint at byrja at biðja, tað, sum er umráðandi, er, at vit vakna og eru við í bønini. Frá fyrsta sekundi tú byrjar at søkja Harran í bøn, ja so hoyrir Hann tínar og mínar bønir. (Hebr 11:6).

Sí fleiri greinar