Hvør er Heidi?
Sonja I. Jacobsen, 26.05.2015

Navn:
Heidi Heinesen

 

Aldur:
33 ár

 

Hjúnafelagi og børn:
Eri gift við Jan Heinesen, og í summar verða tað 13 ár síðani vit giftust. Saman eiga vit 4 dreingir. Jón Ingi 9 ár, Fríði 7 ár, Eli 4 ár og Josva 1 ár. Í novembur vænta vit okkum barn nummar 5.

 

Hvar býrt tú?
Vit búgva í egnum húsum ovarlaga í Syðrugøtu

 

Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri eisini uppvaksin í Syðrugøta, bara longri niðri í bygdini.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Míni barnaár vil eg lýsa sum góð, trygg, og tað vóru altíð nógv børn at spæla við.

 

Hvat gert tú til dagligt?
Eg eri heimaarbeiðandi í løtuni. Eg havi verið heima við øllum børnunum tað fytsta árið, áðrenn tey eru farin í ansing, so eg havi gingið nógv heima. Annars havi eg arbeitt niðursetta tíð í Eik Banka. Hetta vísur seg at rigga best fyri okkum sum familja, tá Jan er sjómaður, og vit hava fleiri børn. Eg eri bankalærd, og fyri einum ári síðani fekk eg handilskúlaprógv, har eg tók handilsskúlafakini yvir 2 ár. Tað gjørdi eg fyri at hava betri møguleikar, tá eg skal út á arbeiðsmarknaðin aftur.

 

Hvat gert tú í frítíðini?
Ja, hvat geri eg í frítíðini. Góður spurningur. Júst nú snýr tað mesta seg um børnini hjá okkum. Men mær dámar væl at sleppa í bindiklubb, og tá umstøðurnar loyva tíð, dámar mær væl at venja fótbólt við oldgirls. Eg sparkaði nógv sum ung.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Rólig og fáorðað ;)

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg gekk altíð í sunnudagsskúla og ungdómsmøti í Gøtu hjá heimamissiónini. Tað gjørdi Jan eisini, men hann var eisini vanur við at fara við familjuni í Kelduna. Sum ung var eg onkuntíð við honum í Kelduni. Tá vit so giftust, vildu vit taka eina avgerð um, hvat skuldi verða okkara fasta stað at koma á møti. Vit blivu tá samd um, at vit skuldu ganga fast í Kelduni. Tað hava vit verið glað fyri. Vit royna tó av og á at fara til tiltøk hjá heimamissiónini.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað besta við Kelduni, haldi eg, er, at tað er nemt hjá barnafamiljum at koma á møti. Møti er fyri teimum vaksnu, samstundis sum sunnudagsskúlin er fyri børnini og barnaansing fyri tey heilt smáu. Samkoman ger eitt gott sunnudagsskúlaarbeiði, ið eg meti hava sera stóran týdning. Mær dámar eisini væl, at tað eru húsbólkar, har man kemur hvørjum øðrum meiri við.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í vaskitænastuni og við í barnaansingini.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Ein stórur spurningur.  Mín dreymur fyri samkomuna er, at samkoman kemur at vaksa og stendur fast við kjarnuvirðini í tí kristnu læruni. Samstundis skulu øll kenna seg væl at ganga í Kelduni.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?
Um 10 ár verði eg væntandi framvegis í Gøtu og eri møguliga komin út á arbeiðsmarknaðin aftur. Tá eru børnini blivin størri, og vóni eg, at tað sáið, ið verður sátt niður í børnini, tá ber ávøkst.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv? Hvat?
Tá eg fái hendan spurningin, komi eg at hugsa um versið, ið eg fekk, tá eg bleiv fermd. Tað stendur í sálma 119,9: Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Við at halda seg eftir orði tínum.

Sí fleiri greinar