Hvør er Karl Magni?
Sonja I. Jacobsen, 12.05.2015

Navn:

Karl Magni Hammer

 

Aldur:

42 ár

 

Hjúnafelagi og børn:

Eg eri giftur við Fíu, og vit eiga tvey børn, Páll og Hallbjørg.

 

Hvar býrt tú:

Dalavegi 20, Glyvrar

 

Hvar ert tú uppvaksin:

Regnavegi 20, Toftir. Foreldur míni eru Klement og Hallbjørg Hammer, bæði av Toftum. Havi tvær systrar, Mikala og Hallfríð.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Trygg, lærurík og góð

 

Hvat gert tú til dagligt?

Maskinmaður hjá Bakkafrost

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg havi altíð haft hug til smiðjuarbeiði og annað handverkaraarbeiði

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eri saman við familjuni

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Róligur, jarðbundin og mær dámar væl at práta

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Tí konan gekk í Kelduni, tá vit komu saman, og vit hava trivist væl síðani

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

At tað er deiliga frítt og lívligt

 

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?

At samkoman stendur við síni virðir, sjálvt um rákið er ímóti, og eg vóni at samkoman heldur fram at vaksa.

 

Um lív og heilsa verður, hvar verður tú so um 10 ár?

Veit ikki, bara Gud veit :)

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Sí Guds lambið, sum ber synd heimsins! Jóhs 1,29.

Sí fleiri greinar