Junior
Junior er í Kelduni eitt týskvøld um mánaðin kl. 19. Junior er fyri børn, ið eru eldri enn 10 ár. Á skránni eru spøl, kappingar, undirhald, ein stutt undirvísing og góður matur.
Endamálið við junior er at samla børnini í hesum aldrinum til samveru og stuttleika, samstundis sum tey kunnu læra nakað um Guds orð.
Øll børn eru hjartaliga vælkomin.
Leiðari er Bodil Olsen.