Vit stroyma beinleiðis aftur um
Vit stroyma beinleiðis
  • Samkoman
  • Frískúlin
  • Tónleikur
  • Tiltøk
  • Tænastur
  • Miðlasavn
  • Stroyma
  • Netvarp
    • Netvarpssavn
  • Tíðindasavn
  • Myndasavn
    • Vikan, ið fór
      • 2023
      • 2022
      • 2021
      • 2020
    • Samkoman
      • 2023
      • 2022
      • 2021
      • 2020
      • 2019
      • 2018
      • 2017
      • 2016
      • 2015
      • 2014
      • 2013
      • 2012
      • 2011
      • 2010
      • 2009
      • 2008
    • AWAKE
      • 2023
      • 2022
      • 2021
      • 2020
      • 2019
      • 2018
      • 2017
      • 2016
      • 2015
      • 2014
      • 2013
      • 2012
      • 2011
      • 2010
      • 2009
      • 2008
    • Byggivirksemi
    • Brúðarvígslur
    • Tiltøk
    • Ymiskt
  • Samkomublaðið
  • Traktatsavn
Vika 25
Hetta var síðsta vikan, áðrenn børnini í frískúlanum fingu summarferiu. Tann vikan er ofta heldur øðrvísi og upplivingarrík. Nógvir túrar vórðu gjørdir, og skúlin hevði leigað tveir bussar, sum flokkarnir skiftust um at fara longri túrar við.

TeenStreet
Vegna heimsumstøðurnar, verður TeenStreet skipað á øðrvísi hátt í ár. Legan, ið vanliga er í Týsklandi, verður í ár skipað á netinum, og síðani er ætlanin at bólka ungdómin í smærri eindir í samkomunum í Føroyum og øllum teimum londum, ið vanliga eru umboðað á TeenStreet.

Tað heilt serliga í ár er, at tónleikurin á TeenStreet verður framleiddur í Føroyum av føroyingum. Hetta varð upptikið í Kelduni gjøgnum vikuna. Raclip stóð fyri upptøkunum, og fleiri sangarar og tónleikarar úr Kelduni vóru í orkestrinum.
Vit gleða okkum til at síggja hesar upptøkur og gleðast um, at tær fara at koma so víða um í heiminum.

Vikuskiftið
Leygarkvøldið var Awake partur av upptøkunum til TeenStreet. Sjálvsagt var nógvur sangur á skránni og Bjørgfinnur hevði eitt orð. Hetta varð ikki stroymt vegna upptøkurnar.

Sunnudagin var morgunmøti. Jastrid legði út við Mat. 18,20: Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.
Gud er tann sami og ger undurverk enn í dag.

Áðrenn lovsang og talu, varð lítla Oydis hjá Jórunn og Ingvar signað.

Pauli Høj hevði eina talu undir yvirskriftini: "Gleði". Guds orð sigur aftur og aftur, at vit sum Guds fólk skulu gleðast. Men tað koma tíðir, tá man kennir, at trúgvin/gleðin verður roynd.
"Tá tú fert gjøgnum torførar tíðir, kanst tú uppliva at har er ein gleði og styrki, ið stingur djypri; ein innara gleði, ið ber teg ígjøgnum", var nakað av tí, ið Pauli segði í taluni.

Myndir: Sara Høj
Vilt tú fylgja við, hvat hendir hjá okkum á facebook?
Dáma okkum á Facebook
Vilt tú síggja fangandi myndinar hjá okkum?
Fylg okkum á Instagram
Vilt tú stuðla arbeiðinum í Kelduni fíggjarliga?
Gev fíggjarliga gávu
Samkoman Keldan
Skálafjarðavegur 26, 485 Skálafjørður
Tlf: 442 500, T-post: keldan@keldan.fo
Privatlívspolitikkur
Stillingar fyri kennifílur
Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media