Vika 17
Leygarkvøldið tosaði Búgvi Olsen á Online Awake. Hann tosaði um nógvu tilráðingarnar, vit í dag eru rádd til at fylgja, men fyri nógvum árum síðani var ein, ið segði “Fylg Mær!”, og Hann sigur tað enn í dag.
Sunnudagin hevði Pauli nøkur uppmuntrandi orð, áðrenn pastor Lia úr Heart of God Church í Singapor hevði ein boðskap at bera fram. Hon tosar um evnið: “Húsið er ikki heimið”. Á Online Barnamøtinum greiddu Sunniva og Tóri frá søguni um Saul, sum forfylgdi teimum kristnu og um Ánanias, sum av Gudi varð sendur til Saul at bera honum góð tíðindi og grøðing frá Gudi. Myndir frá upptøkunum: Dávid í Lág |