Fatai í Kelduni 9. september
Fatai Veamatahau er úr Melbourne í Australia og er uppvaksin við tónleiki frá barni av. Hon var semi-finalistur í fyrstu sesong av The Voice í Australia og gjørdist aftaná partur av Mercury Records Australia. Hon býr í Illinois, Amerika og leiðir hvørt vikuskifti túsundavís av menniskjum í lovsangi.
Hon kemur einsamøll til føroya við gittara sínum og kemur at hava eina konsert við egnum løgum sunnukvøldið 9. september kl.20.
Atgongumerki fáast fyri einans 75 kr. í forsølu og møguligt er eisini at keypa við dyrnar ein tíma undan konsertina.
Fatai luttekur eisini við lovsangi á morgunmøtinum kl.11.