Be Connected
Be Connected International Gathering er eitt tiltak, ið skal samansjóva menniskju og virka til eitt enn betri forhold við okkara Skapara og Jesus.
Ef. 2, 15-17 og 1. Kor. 12, 20. Vit skulu góðtaka og viðurkenna ymisk menniskju, bakgrundir, ymiskar mentanir, tjóðskapir o.s.fr.
Miðað verður ímóti at hava tiltakið 3. hvønn mánað. Til tiltøkini eru ymiskir talarar, serligir sangir, lovsangur, spøl til samansjóving, hugni og prát. Alt gongur fyri seg á enskum. Døgurði, køkur og kaffi er ókeypis.
Lagt verður eftir at fáa altjóða fólk, sum eru búsitandi í Føroyum, at vera við til tiltøkini umframt føroyingar. Hetta er ein gyltur møguleiki fyri føroyingar at koma í samband við fólk úr øðrum londum og læra um teirra mál og mentan.
Tað eru Bent Leo og Kristine Villaluz Jarnskor, ið standa fyri hesum tiltøkum.