Páskagleðin brennur ikki út!
Sonja I. Jacobsen, 30.03.2015

Tað falna menniskjað kom av falli Adams. Tað nýggja menniskjað kom við upprisna Jesusi.

Og hetta eru tey góðu tíðindi fyri øll menniskju ídag. Vit kunnu koma innaftur, har samfelagið við Gud okkara, skapara himins og jarðar, kemur aftur í rættlag.

Tað merkir ikki, at vit sleppa undan sorg, sjúku og aðrari mótstøðu. Men at vit kunnu uppliva Hann, sum gevur alla ta hjálp, vit hava brúk fyri, so vit kunna koma sigrandi ígjøgnum lívið heilt til ein dag, har vit koma til staðið, har eingin sjúka, sorg er meira.

 

Páskirnar lýsa Guds fullkomnu náði. Í Ef. 2, 8-9 stendur, at av náði eru vit frelst!

 

Langifríggjadagur peikar okkum á dagin, tá ið Jesus fór til ákæran/deyðan og rindaði skuldina fyri teg og meg. Jesus var tann einasti, sum hevði ráð at gjalda okkara skuld. Hann átti dekning fyri skuldarbrævið hjá menniskjanum, tær og mær, tí Hann var rættvísur.

 

Lærisveinarnir hjá Jesusi vistu ikki, hvat úrslitið fór at verða aftaná Jesu deyða á krossinum. Jú, Jesus hevði roynt at fyrireikað teir, men tá ið man sær teirra reaksjón hendan dagin, ikki minst hjá Pæturi, so høvdu teir ikki heilt skilt tað til fulnar, men aftaná skiltu teir.

 

Vit, sum halda páskir, kunnu fara inn í hesa høgtíð við vitan um, hvat úrslitið er. Vit minna okkum á tað, sum hendi, nevniliga, at her bleiv skuldarbræv menniskjans goldið av einum rættvísum manni. Hann bleiv gjørdur til synd fyri okkum, og vit, sum vóru skuldarar, blivu skuldarfrí.

 

Tað verður ofta sagt, at tað, sum vit fáa lætt, ganga vit ofta lætt um, virða tað ikki so nógv. Tað síggja vit serlga á børnum, sum fáa ting so lætt ídag. Tey stríðast ikki fyri tí, sum nógv av okkum gjørdu fyrr.

 

Tað er tí, vit mugu aftur til byrjanina, koma til krossin, tí tá blívur okkara yvirgevilsi ektað, og vil tað tá ávirka meira alt okkara lív, bæði hvussu vit síggja lívið hjá okkum sjálvum og øðrum. Eisini duga vit betur at umbera, fyrigeva og geva kærleika, tí vit síggja støðuna frá einum øðrum sjónarhorni.

 

Luk 7, 47:”… Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið" men honum, ið fær nógv fyrigivið, elskar nógv.. Tó so fáa øll mennisjku líka nógv fyrigivið, men henda kvinnan, ið talað verður um her, sá tað betur, tí hon skilti sína støðu uttan Jesus.

 

David sigur í Sálmi 51:”.. geva mær aftur gleði um frelsu mína” Sagt við við øðrum orðum, so hevði hann mist frelsugleðina, tí eygu hansara vóru farin av leið. Hann bleiv upptikin av skeivum tingum.

 

Jú, tað eru tey, sum eru dottin á vegnum, myndaliga talað, liggja kanska í grøvuni á báðum síðum, og tú kennir teg mislukkaðan og sigur, at tað er eingin vón fyri meg. Soleiðis hevði Pætur tað eisni, tá hann avnoktaði Jesus beint áðrenn krossfestingina. Hann hevði lovað Jesusi, at hann aldri skuldi svíkja, men tað fyrsta, Jesus gjørdi eftir uppreisnina, var at leita Pætur uppaftur.

 

Luk 4, 18-19”… at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skula fáa sjón, at gerða kúgað frí,”

 

Skrivað hevur Pauli Høj

Sí fleiri greinar