At biðja er lívsneyðugt
Sonja I. Jacobsen, 25.03.2015

Tað eru ikki øll, sum hava líka lætt við at biðja. Vit hoyra ofta fólk í okkara samkomu og rundan um, sum hava so ótrúliga góð evnir til at biðja. Tey biðja góðar, flottar og langar bønir, tey brúka tungutalu, tey eru komin sera langt, tá talan er um at biðja.

 

Bønin er sera týðandi. Bønin er tað, sum gevur okkum eitt tættari samfelag við Guð, og sum gevur okkum inspiratión. Haldi tað verða sera neyðugt, hóast vit meta okkum ikki at duga so væl, at vit biðja. Tað eru altíð onkrar bønir, sum longu eru givnar okkum, og sum allarflestu okkara duga. Hví ikki brúka tær, tí eg ivist onga løtu í, at um vit byrja at biðja, so koma vit heilt sikkurt at fáa meira inspiratión til at biðja egnar bønir, givnar av Guði.

 

Øll kunnu biðja okkurt. Taka vit Faðir Vár, sum við garanti er tann besta bønin, og gera hana til eina bøn og ikki ein upplestur, so er hon virkuligani sterk. At biðja er heldur ikki altíð at biðja, so øll hoyra. Vit skulu ikki imponera onnur menniskju, men venda okkum beinleiðis til Guð. Tað, sum er umráðandi, er, at vit seta okkum tíðina av at vera still og søkja Guð. Tað følist kanska ikki altíð, at vit hava tørv á at biðja, men tað skal eg lova tær fyri, at vit hava.

 

Vit eiga at biðja í øllum. Vit eiga at tosa við Guð og taka hann við í okkara dagligdag. Vit eiga at søkja okkum ráð hjá honum. Haldi eisini, at tað er nokk so tragiskt, at mann ikki følir meira trongd til at biðja fyri fólkum, tá mann sær, at tey ikki hava tað gott ella stríðast við eitthvørt. Vit eiga eisini at tosa við Guð, tá okkum sjálvum tørvar hjálp í familjulívi, skúla, arbeiði, sjúku ella øðrum. Guð er her til at hjálpa okkum, men vit mugu seta tíðina av at venda okkum til Hansara. Tað er eisini sera neyðugt, at vit takka í øllum førum.

 

Vit mugu fanga týdningin í at biðja, í Markus 11, 24 lesa vit:
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava - trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!

 

Haldi eisini at Sálmur 139 er ein góður uppmuntrandi sálmur, sum vit gott kunnu taka til okkara og lesa ella møguliga duga.

 

Tað seinasta skriftstaðið, eg havi hug at nevna og sum blívur við at koma til mín, er Efes 4, 1-6, ið sigur:

1.Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við, 2. við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærlieka umbera hvørt annað 3. og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins: 4. Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara, 5. ein Harri, ein trúgv, ein dópur, 6. ein Guð, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.

 

Sjálvt um hetta skriftstað einki hevur við bøn at gera, so haldi eg, at hetta er eitt so gott skriftstað.

 

Skrivað hevur Jógvan Martin Hansen

Sí fleiri greinar