Dagliga lívið saman við Jesusi
Sonja I. Jacobsen, 10.03.2015

Eg hugsi mangan og taki meg sjálva ofta í at gera mær tann tankan, tá eg síggi og hoyri trúgvandi úttala seg og gera ting “UPS, var hatta nú í tráð við Guds orð“?

 

Sjálvandi eru vit ikki yvirmenniskju, vit eru ikki perfekt, og tað verða vit ongantíð, so leingi vit eru búgvandi her á jørð.

 

Men tað eigur at vera sjónligt í mínum lívi, hvørjum Harra eg tæni.

 

Men hvussu kunnu vit so vera sjónlig sum Harrans tænarar?

Gud hevur givið okkum leiðbeiningar gjøgnum Bíbliuna, og geva vit okkum stundir til at lesa og grunda yvir orðið, og geva vit Gudi loyvi til at opinbera Sítt orð fyri okkum, ja so gerst tað lættari sum frálíður at vera ein trúgvandi. Og vit gerast sjónlig í tí dagliga, har sum vit hava okkara arbeiði, heima við hús, saman við vinum, í okkara tænastu í samkomuni o.a.

Fylla vit okkum við Guds orði, ja so vil tað eisini vera tað, sum kemur til sjóndar í øllum, vit gera og tosa.

 

Josva 1;8

Henda lógbók(Bíblian) má ikki víkja úr munni tínum, nei tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað, tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.

 

Síggjast vit? eru vit gerarar orðsins?

Hetta upptekur nógv mínar tankar:

Er mítt hjarta fylt av Jesusi?

Kenni eg lógir og boð, sum trúgvandi?

Eri eg álítandi, kunnu fólk vera trygg við at geva mær uppgávur?

Havi eg umsorgan fyri teimum, sum eru saman við mær dagliga?

Kunnu fólk, sum kenna meg, koma til mín og siga við meg “ góða bið fyri mær!”? (til frelsu, grøðing, fortelja sína søgu o.a.)

 

Eg hoyri mangan “hví síggja/hoyra vit so lítið um, at fólk gerast frísk av sjúku, loyst frá ymiskum?"

Eg eri heilt vís í, um vit liva í nærveru Harrans á hvørjum degi og hava tað við okkum í øllum tí, vit takast við, so fara vit at opna upp fyri øllum náðigávum, vit eru signaði við, og vit fara at síggja, at fólk vera loyst úr ymiskum, sum forðar teimum at vera glað, frísk, tankabygningum o.ø. Lata vit Gud sleppa meir og meir framat í okkara lívi og lurta eftir Hansara rødd og lata Hann leiða okkum, fara vit at uppliva meir og meir. Tí vit hava fingið tann lutin at geva Jesus víðari og at biðja fyri sjúkum, reka illar andar út o.a.

 

Mar.16; 17-18

Og hesi tekin skulu fylgja teimum, ið trúgva: Í navni Mínum skulu tey reka út illar andar; tey skulu tala við nýggjum tungum;

Tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.

 

Mín vitnisburður.

Eg kann siga frá tveimum kvinnum, sum høvdu tørv fyri at vera biðnar fyri. Báðar kvinnurnar høvdu trupulleikar við likaminum,  tað var farið at mótarbeiða sínum egnu kyknum.

 

Tann fyrra skuldi til kanningar í somu viku. Eg fór móti henni, sum eg altíð geri, gav henni eitt klemm, og í tí eg skuldi til at sleppa takinum, segði hon “ men eg havi serliga í dag eisini tørv fyri at vera biðin fyri, kanst tú tað Oddvør?“ Vikuna eftir kom hon til arbeiðis, og eg sá á henni, at har var ein broyting hend. Hon var so glað og upplyft, andlitið lýsti, “Oddvør eg eri púra frísk“.

 

Hin seinna kvinnan hevði fingið keðilig boð frá lækna og var púra oyðiløgd, og hennara dagur og allir hennara tankar vóru daprir. Eg var biðin um at fara til hennara og vera saman við henni. Sá hvussu tung hon var, og hon upployst í gráti. Eg rópti til Gud um at geva mær styrki og hjálpa mær at siga okkurt. Tað, eg fekk sagt við hana, var, ”hetta fert tú at klára, og ongin sjúka verður at finna”. So spurdi eg hana, um eg kundi biðja fyri henni. Eg bað fyri henni og minti Gud á, at Hann var Jehova Rafa (Gud, sum grøðir), og eg takkaði Honum fyri fulla grøðing.

 

Kvinnan skuldi til samrøðu um, hvat gerast skuldi. Og avgerð varð tikin, at ein nýggj roynd skuldi gerast, hetta fyri at vita, hvør kyknan var. Aftur gekk ein tíð at bíða. Men so ein dagin veri eg uppringd. Og kvinnan segdi mær, at har var eingin sjúka at skera burt.

 

Halleluja, Gud er góður, og í Honum er alt møguligt. Og fyri meg var hetta ein stimbran fyri mítt kristnilív , og at eg enn einaferð kann síggja, at Gud kann og vil gera stór ting í dagliga lívinum. Og hetta bert um vit eru lýðin og vilja vera ein útrættur armur.

 

Verið ein signing og hjálp fyri tey, tit dagliga eru saman við <3

 

Skrivað hevur Oddvør Berg Abrahamsen

Sí fleiri greinar