Vælmannaður vaski- og arbeiðsdagur
Sonja I. Jacobsen, 07.03.2015

Leygardagin var skipað fyri einum stórum vaski- og arbeiðsdegi í Kelduni. Ovasta hædd í skúlabygninginum og glasbygningurin omaneftir er so gott sum liðugt. So har varð arbeitt, vaskað, ruddað og tikin hond um.

 

Eisini skipaði frískúlin fyri garðdegi. Uttanfyri varð spælistativ sett upp, sandur koyrdur undir dandurnar, grundarlag til kurvabóltspæl varð gjørt, lúkað varð í havanum o.a. Inni varð eisini ymiskt gjørt, m.a. vórðu nakrar myndir málaðar á veggin í frítíðarstovuni.

 

Umleið 170 fólk vóru í Kelduni leygardagin. Dagurin byrjaði við stórum morgunmatarborði kl. 9, og serverað varð eisini við døgurða og kaffi seinni.

 

Ein væleydnaður, hugnaligur, stuttligur og samansjóvandi dagur, har ómetaliga nógv kom burturúr :)

 

Næsta leygardag 14. mars verður aftur skipað fyri einum líknandi degi. Tá verður heitt á kvinnur at koma inn vaska og gera ovastu hæddina lidna, áðrenn hon verður tikin í brúk.

 

Tilmelding fer fram hjá Alice á tlf. 229857, vælkomin :)

 

Myndir síggjast HER

Sí fleiri greinar