Páskastevna fyri framman
Kodio, 04.03.2015

Samkoman Keldan skipar á páskum fyri stórari stevnu. Stevnan verður hildin í Kelduni í Skálafirði.

 

 

 

 

Endamálið við stevnuni er, at menniskju skulu uppliva Jesus til anda, sál og likam. Páskirnar minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis upp fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív og vón.

 

Á stevnuni fara føroyskir talarar at tala Guds orð. Pauli Høj, Símun P. Jacobsen, Jastrid Høj, Jóhan Petur Johannesen, Poli Jacobsen, Tummas Jacobsen, Bergur D. Joensen, Ólavur Jacobsen,  Sunniva Poulsen o.fl. fara at tala.

 

Sangkreftir frá fleiri samkomum luttaka á møtunum.

 

Stórt familjumøti verður á stevnuni, har klovnurin BUBU fer at vitja! Og nógv annað spennandi verður á skránni, Aftaná møtið verður nátturði.

 

Fleiri spennandi barnamøti verða hildin á stevnuni. Evnið er Ver ein HETJA! Vit hoyra søgur um hetjur, og fara at hoyra um, hvussu vit kunnu vera hetjur í gerandisdegnum

 

Á stevnuni verður áhugavert seminar hildið. Evnini eru islam og kristnitrúgv og vøksturin og ávirkanin hjá kristnitrúnni heiminum i dag. Høgni Johannesen og Rúni Rasmussrn fara at halda hvør sín fyrilestur.

 

Tvey stór tiltøk fyri ung vera á stevnuni. Tað eru tvey kvøld, har AWAKE er á skránni við viðkomandi boðskapum, lovsangi og framførslum.

 

Væl dámda tiltakið “Á sanganna Veingjum” verður aftur hesuferð á stevnuni. Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við. Tað verður góður og lættur  felagssangur.

 

Hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni!

 

Okkara bøn er, at tú skalt kenna Guds signing og góðan felagsskap á stevnuni.

 

Skrivað hevur Rúni Rasmussen

Sí fleiri greinar