At skammast
Kodio, 24.02.2015

Vit liva í eini tíð, har mong rósa sær av tí, sum tey heldur áttu at skammast við, og har fleiri, ið siga seg vera kristin ella trúgvandi, skammast við tað, sum tey av røttum áttu at staðið upp fyri.

 

Bíblian tosar um tey, sum seta heiður sín í skomm sína, og um tey, sum eru sum villar havsbylgjur, sum skúma frá sær sína egnu skomm.  – Hetta kundi eins væl veri skrivað til okkara samtíð.

 

Orð Guds sigur viðvíkjandi ávísum syndum, gjørdum í loyndum, at vit ikki einans skulu halda okkum frá teimum, men at tað, fyri okkum, enntá er skomm at taka tað uppá tunguna.

 

Hinvegin síggja vit eisini í orði Guds tað, ið vit ikki áttu at skammast við. Paulus skrivar m.a. í Róm.1.16:

 

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og grikka.

 

Eisini skrivar Paulus til Timoteus í 2.Tim.1.8:

 

Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds…

 

Ein av akkara avbjóðingum í dag sum trúgvandi  er, at vit ynskja ikki at vera skýrd “ópopuler”, “gammeldags”, “fordømandi” ella eitt nú “religiøs”. – Samstundis vilja vit eisini standa upp fyri Jesus og ikki skammast við vitnisburðin um Hann.

 

Onkur vil kanska vera við, at vit nýtast ikki at vera “keðilig” ella “religiøs” fyri tað, at vit eru trúgvandi. – Tað er rætt. Tú kanst vera ein glaður og lívgevandi kristin fyri tað umhvørvið, tú ert í. – Tó, um tú veruliga hevur tikið eina avgerð um at fylgja Jesusi og ikki at skammast við vitnisburðin um Hann, so kemur tú kanska at verða “ópopulerur” ella at standa uttanfyri tiltíðir. Fólk fara ikki altíð at klappa tær á ryggin fyri tað, at tú sigur teg trúgva á Jesus! – Nei, tvørturímóti fara fólk til tíðir at siga, at tú ert “fordømandi”, einans av hesi orsøk, at tú sigur teg vera trúgvandi.

 

Jesus segði um okkum, at vit eru í hesum heimi, men ikki av hesum heimi. Sum trúgvandi eiga vit at liva í eini javnvág, táið tað viðvíkur heiminum og okkara trúgv á Gud. Vit eiga ikki at elska heimin, men vit eiga at elska menniskju og vera miskunnsom. Vit eiga at halda okkum frá synd, men vit eru hinvegin kallaði út til syndaran við vitnisburðinum um Jesus. Vit eiga at vera glað í Harranum, men samstundis eisini sterk í orði Hansara. Vit eiga ikki at vera fordømandi, men heldur ikki eiga vit at slaka uppá tað, sum vit standa fyri sum børn Guds.

 

Lat meg her til síðst siga, at tú kanst taka eina avgerð ídag í tínum hjarta, at tú ikki vilt skammast við Jesus, men við tínum lívi – tíni lívsførslu, tínum hugburði og tínum orðum, vilt vísa øðrum á Hann.

 

Kanska er onkur, sum lesur hetta, og sum heldur seg hava svikið og skammast við Jesus. - Ert tú í eini slíkari støðu, kanst tú koma til Harran og biðja Hann um fyrigeving, og síðani kanst tú seta tær fyri at fylgja Honum eftir frá ídag av.

 

Skrivað hevur Ólavur Jacobsen

Sí fleiri greinar