Páskastevnan 2015
Kodio, 10.02.2015

Les Matt. 25, 14-31.

 

Vit kenna øll søguna um talentirnar, og hvussu tveir vunnu dupult av tí, teir høvdu fingið, meðan ein einki hevði vunnið. Harrin gav ikki meir, enn hann visti, at tænararnir megnaðu, og tískil væntaði hann heldur ikki meir.

 

Tænarin, sum fekk eina talent, fór og gróv hana niður og segði við harra sín, tá ið hann kom aftur: “...hygg, her hevur tú títt.” Vit kunnu spyrja, um harri hansara ikki átti at verið nøgdur við, at hann fekk sítt aftur? Trupulleikin lá ikki har. Trupulleikin var tann, at hesin tænarin vanvirdi tað álit, sum harri hansara hevði víst honum. Hann gróv sína talent niður. Hann krógvaði hana. Hann vildi ikki kennast við hana. Hann skammaðist. Hann trúði kanska, at hansara talent var so lítið verd, at hann ikki dugdi og helt tí, at tað var tryggast at krógva tað, hann dugdi.

 

Harrin kendi tænararnar og viðurkendi, at allir tænararnir ikki høvdu sama førleika. Hann metti um, hvussu nógv teir vóru mentir at umsita og gav teimum ábyrgd hareftir. Hann visti, hvat hann hevði latið teimum og hevði tí eina væntan um at síggja úrslit. Harrin kravdi ikki, at allir tænararnir skuldu gera tað sama, men at teir skuldu arbeiða við tí, sum teimum var litið upp í hendur.

 

Nú páskastevnan stundar til, havi eg hugsað um ymiskt, sum knýtir seg at henni. Vit ynskja, at menniskju skulu blíva frelst og grødd, og at undur og tekin skulu henda. Tú trýrt kanska, at tað, sum tú hevur, er so lítið vert, at tað ikki kann brúkast til nakað serligt. Men tað lítla, sum tú hevur fingið, er nógv vert fyri Harran. Hann hevur givið tær tað, og Hann veit, at tú kanst fullføra tað, sum hann hevur kallað teg til. Minst til, at harrin segði við hinar báðar tænararnar, sum høvdu fleirfaldað sínar talentir, at teir høvdu verið trúfastir í lítlum. Tað, sum hini hava fingið av talentum, er ikki meir vert enn tað, sum tú hevur fingið.

 

Grava ikki tína talent niður, men brúka hana til at tæna Harranum. Gleð teg um tær talentir, sum Harrin hevur givið tær og tæn Honum við tí, sum tú hevur.

 

Skrivað hevur Frank Jacobsen

Sí fleiri greinar