Himmalski maðurin á vitjan í Føroyum
Kodio, 31.01.2015

Vikuskiftið 6. til 8. februar verður kinesiski trúboðarin Bróður Yun (eisini kendur sum Himmalski maðurin) á vitjan í Føroyum.

 

Søgan um Himmalska mannin er bæði merkisverd og víðagitin. Hann bleiv kristin, tá hann á ungum árum sá, at pápi hansara, sum hevði álvarsama krabbasjúku, bleiv grøddur gjøgnum bøn. Yun byrjaði tá at boða evangeliið víða um, men orsaka av strongu reglunum í Kina um ”átrúnaðarligt virksemi” bleiv hann fongslaður, avhoyrdur og píndur. Hann hevur tilsamans sitið í fongsli í umleið tíggju ár.

 

Hoyrdi Guds rødd
Eftir eina miseydnaða roynd at flýggja úr fongslinum, bleiv Yun sera illa viðfarin. Beinini vórðu knúst og hann lá hjálparleysur á gólvinum og kundi als ikki ganga. Men meðan hann var í hesi støðuni hoyrdi hann ein dagin í mai 1997 Guds rødd siga við seg: ”Reis teg. Tú skalt ikki longur vera her”.

 

Hann reistist tá og gekk út úr fongslinum – gjøgnum fýra hurðar og portur, framvið tíggjutals vápnaðum vaktum, sum eftir øllum at døma ikki sóu hann, og ikki fyrr enn hann stóð uttanfyri fongslið kom hann í tankar um, at hann átti ikki at kunna ganga. Tað sum síðani hendi, er frásagt í bókini ”Den himmelske mann”.

 

Býr nú í Týsklandi
Yun hevur seinastu nógvu árini búð í Týsklandi, av tí at hann ikki kann kenna seg tryggan í Kina. Hann arbeiðir millum annað við at geva serliga kinesarum kunning og íblástur til ta stóru visjónina, sum er at bera evangeliið úr Kina, gjøgnum muslimsk, buddhistisk og hinduistisk lond, heilt til tað kemur aftur til Jerusalem, haðani tað kom fyri 2000 árum síðani.

 

Á ferðini í Føroyum fer Bróður Yun at tala á hesum støðum:

 

Fríggjakvøldið 6. februar kl. 19:30 í missiónshúsinum Libanon í Sørvági,
leygarkvøldið 7. februar kl. 20 í Kelduni í Skálafirði,
sunnudagin 8. februar kl. 11 í Oasuni í Hoyvík
og sunnukvøldið 8. februar kl. 18 í Ebenezer í Havn.

 

Kelda: Oasan.fo

Sí fleiri greinar