Barnamøtirøð
Sonja I. Jacobsen, 13.10.2021

3.-5. novembur verður skipað fyri barnamøtirøð í Kelduni. Evnið verður EINGLAVERND. 

 

Vit fara at syngja saman, hoyra bíbilsøgu og framhaldssøgu, og eisini fáa vit ein vitnisburð um einglavernd. Okkurt spæl og onkur kapping er sjálvandi eisini á skránni.

 

Málbólkurin fyri hesa møtirøð eru børn í aldrinum 9-11 ár. Tó so eru børn, sum eru yngri og eldri, vælkomin at vera við. Vit vænta at síggja fleiri familjur koma inn saman við sínum barni/børnum, og vilja vit gera alt fyri, at øll skulu kenna seg vælkomnan.

 

Møtini verða mikudag, hósdag og fríggjadag, og tey byrja kl. 17.30. Møtini varða áleið 1 tíma, og aftaná fáa øll ein familjuvinarligan døguðra í kafeteriuni.

Sí fleiri greinar