Kaféprát fyri hjún
Sonja I. Jacobsen, 12.10.2021

Fríggjakvøldið 22. oktobur kl. 20 verður eitt hjúnabandskvøld í Kelduni. Á skránni verður eitt “Kafé-prát”, har tey, ið mynda hjúnabandstænastuna, viðgera ymiskar spurningar, m.a. nær best er at taka tær “tungu” samtalurnar, og hvussu man sum hjún og familja kann skapa sær andaligar vanar.

Sjálvandi verður eisini hugnalig samvera og ein góður drekkamuður á skránni. Ikki er neyðugt við tilmelding.
Øll hjún eru hjartaliga vælkomin.

Sí fleiri greinar