Lívið í Andanum – við Rune Borgsø
Sonja I. Jacobsen, 20.08.2021

Triðja árið á rað kemur Rune Borgsø at hava bíbliuskeið og møtir í Kelduni undir heitinum “Lívið í Andanum.” Hetta verður í døgunum 22.-26. september. 

 

Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð, og undirvísingin og Heilaga Andans nærvera hevur ikki verið minni góð og sterk. Tað hevur verið trúarstyrkjandi og uppbyggjandi at hoyrt mongu vitnisburðarnar um, hvat Gud hevur gjørt í lívinum hjá menniskjum, tær ferðirnar Rune hevur vitjað okkum. Tí eru vit ógvuliga spent uppá at fáa Rune á vitjan aftur og hoyra tað, sum Harrin hevur lagt á Hansara hjarta fyri hesa ferð. 


Um Rune Borgsø

Fyri tey, sum ikki hava verið við áður, kann sigast um Rune, at hann er pastor, prædikumaður og starvast til dagligt á missiónsdeildini hjá Livets Ord í Uppsala.

 

Rune, sum kemur úr Noregi, undirvísir á bíbliuskúlum hjá Livets Ord kring heimin um Heilaga Andan og Heilaga Andans gávur. Júst lívið í Heilaga Andanum er nakað, ið eyðkennir tænastuna hjá Rune.

 

Hann er ein persónur, ið veruliga veit, hvat tað merkir at ”flóta” í Andanum, og eru vit sera glað fyri at fáa hann aftur í Kelduna at hava hetta bíbliuskeiðið yvir tríggjar dagar og at hoyra hann prædika til vikuskiftismøtini 25. - 26. september.

 

Skrá og tilmelding

Skráin fyri skeiðsdagarnar:

  • Mikudagin 22. sept. kl. 18-21 - Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
  • Hósdagin 23. sept. kl. 18-21 - Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
  • Leygardagin 25. sept. kl. 16-19 - Bíbliuskeið (endað verður við døgurða kl. 19) - Tilmelding ikki neyðug!

Fyri at vera við til bíbliuskeiðið er neyðugt við tilmelding.

 

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 20. september, um tú vilt hava døgurðarnar eisini. Um tú ikk teknar teg til døgurðarnar, er freistin mikudagin kl. 17. Ókeypis, um tú ikki teknar teg við døgurða. Kostnaður 150 kr við trimum døgurðum íroknaðum. Tú kanst fara beinleiðis til tilmeldingina við at trýsta HER.

 

Vikuskiftismøtir 

Umframt hetta verður Rune við í vanligu møtunum í samkomuni:

  • Leygardagin 25. sept. kl. 20 - Ungdómsmøti
  • Sunnudagin 26. sept. kl. 11 - Morgunmøti

Bíbliuundirvísingin og møtini verða á norskum, tó verður ungdómsmøtið á enskum og umsett til føroyskt.

 

Sí fleiri greinar