Nú er klárt at søkja inn á bíbliuskeið á BSK
Sonja I. Jacobsen, 08.06.2021
  • Tað er ein sonn gleði, at Bíbliuskúlin Keldan (BSK) nú kann boða frá, at tað er klárt at søkja inn á fyrstu skeiðini, fyrsta skúlaárið í søguni hjá BSK.

    Skúlaárið 2021/2022 bjóða vit hesi 5 skeiðini:
    • Bíblian
    • Heilagi Andin
    • Vekingarsøga
    • Guds persónleiki og eginleikar
    • Evangelisering

    Prísurin fyri hvørt skeiðið er 600 kr. Um tú velur at søkja inn á øll 5 skeiðini beinanvegin, fært tú 100 kr. í avsláttri fyri hvørt skeiðið. 

    Her er leinkjan til umsóknina: https://bsk.fo/umsokn

    Um tú hevur onkran spurning viðvíkjandi bíbliuskúlanum, ert tú vælkomin at skriva til bsk@bsk.fo

    Til ber at lesa meiri um skúlan á www.bsk.fo
Sí fleiri greinar