Páskastevnan 2021
Jógvan Andersen, 17.03.2021

Í døgunum 1. – 4. apríl bjóðar Keldan til páskastevnu í góðu hølunum í Skálafirði.

 

Ynski og bøn okkara er, at øll skulu kenna seg væl ímillum okkum. At henda páskahátíð kann eggja og gevur íblástur fram á leiðini.

 

Í ár fáa vit vitjan av Carl-Gustaf Severin úr Svøríki. Hann hevur longu fleiri ferðir verið í Føroyum og hevur aftur í ár tikið sær tíð til at vera saman við okkum hesa páskastevnu.

 

Umframt Carl-Gustaf koma Pauli Høj og Bjørgfinnur Heinesen at tala.

 

Páskastevnan verður eisini fylt við sangi. Gjøgnum stevnuna verða nakrar sangframførslur, og eisini fyllir lovsangur nógv – bæði á kvøldmøtum og á Awake. Umframt hetta er eitt kvøld sett av til sangmøti, kallað ”Á sanganna veingjum”.

 

Ikki minni enn tvey familjumøtir verða á skránni. Tey verða longu kl. 11 langafríggjadag og 1. páskadag.

 

Inni í salinum verður rúm fyri 300 fólkum, og afturat tí verða øll møtini stroymd. Á tann hátt kunnu vit øll vera við til hesa páskastevnu.

 

Meiri kunning um talarar, skráseting, tilmælir, tulking, skrá, matstovu og annað finnur tú á www.paskir.fo.

 

Vælkomin á páskastevnuna 2021!

Sí fleiri greinar