Vitjan av Rune Borgsø
Sonja I. Jacobsen, 30.08.2020

Í september í fjør hevði Keldan vitjan av Rune Borgsø, sum undirvísti um evnið: "Lívið í Andanum". Undirtøkan var sera góð, og undirvísingin og Heilaga Andans nærvera var ikki minni góð og sterk. Tí hava vit gjørt av aftur í ár at bjóða Rune at koma til Kelduna at undirvísa um hetta sama og so týdningarmikla evni.

Um Rune Borgsø

Fyri tey, sum ikki vóru við í fjør, kann sigast um Rune, at hann er evangelistur, prædikumaður og starvast til dagligt á missiónsdeildini hjá Livets Ord í Uppsala.

Rune undirvísir á bíbliuskúlum hjá Livets Ord kring heimin um Heilaga Andan og Heilaga Andans gávur. Júst lívið í Heilaga Andanum er nakað, ið eyðkennir tænastuna hjá Rune.
Hann er ein persónur, ið veruliga veit, hvat tað merkir at ”flóta” í Andanum, og eru vit sera glað fyri at fáa hann aftur í Kelduna at hava hetta bíbliuskeiðið yvir tríggjar dagar og at hoyra hann prædika til vikuskiftismøtini 26. - 27. september.

Skrá og tilmelding

Skráin fyri skeiðsdagarnar:

· Mikudagin 23. sept. kl. 18-21 Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
· Hósdagin 24. sept. kl. 18-21 Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
· Leygardagin 26. sept. kl. 16-19 Bíbliuskeið (endað verður við døgurða kl. 19)

Fyri at vera við til bíbliuskeiðið er neyðugt við tilmelding. Tilmeldingarfreistin var mánadagin 21. september kl. 12. 

 

Vikuskiftismøtir
Umframt hetta verður Rune við í vanligu møtunum í samkomuni:
· Leygardagin 26. sept. kl. 20 - Ungdómsmøti
· Sunnudagin 27. sept. kl. 11 - Morgunmøti
· Sunnudagin 27. sept. kl. 18 - Møti

Bíbliuundirvísingin og møtini vera á norskum, tó verður ungdómsmøtið á enskum og umsett til føroyskt.

 

Sí fleiri greinar