Øðrvísi vikuskiftismøtir 1. - 2. august
Sonja I. Jacobsen, 28.07.2020

Komandi vikuskfti, 1. - 2. august, verða møtini í Kelduni skipað í samstarvi við Europakonferensuna, sum árliga er í Uppsala í Svøríki. Vegna Covid-19 støðuna, verður øll stevan online í ár, og Keldan kemur at vísa tvær talur frá stevnuni. Møtini leygardagin og sunnudagin verða sum vanligt við drekkamunni, lovsangi og øðrum, men sjálv talan verður á stórskíggja.

 

Graig Groeschel

Leygarkvøldið 1. august kl. 20.00 talar Graig Groeschel. Í stuttum kann sigast, at Graig er høvuðspastorur fyri Life Church í Oklahoma City í USA, sum er størsta samkoman í USA við yvir 100.000 limum. Samkoman stendur aftan fyri Bíbliu appina “Youversion”, sum hevur yvir 400 milliónir brúkarar um allan heimin. Graig Groeschel er eisini partur av nýggja GLS leiðslutoyminum.

 

Jentezen Franklin

Sunnumorgunin 2. august kl. 11.00 talar Jentezen Franklin. Jentezen er høvuðspastor fyri samkomuna Free Chapel í Georgia í USA. Hann hevur skrivað fleiri bøkur (har av eru fleiri bestseljarar) og er javnan boðin við í tey Hvítu húsini í USA til fundir og bønarløtur saman við amerikanska forsetanum. 

 

Føroyskur undirtekstur

Báðar talurnar verða á enskum, men tað verður føroyskur undirtekstur. Møtini verða ikki stroymd.


Hetta verður eitt øðrvísi, men spennandi vikuskfti, har vit koma at hoyra tveir salvaðar Guds menn prædika. Sunnumorgunin verður barnamøti sum vanligt.


Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sí fleiri greinar