Vika 24
Sonja I. Jacobsen, 14.06.2020

Hóast skráin hevur verið sera skerd seinastu tíðina, eru bønarmøti hvønn mánadag. Um vit øll geva ein tíma í bøn einaferð um mánaðin, bera vit eina stóra byrðu í felag. Bønarmøtini eru mánadag kl. 17-18. 

Leygarkvøldið talaði Øyvind Bjerkenes. Hann tosaði m.a. um, at Gud raðfestir menniskjað sera høgt og elskar menniskjað, men at andaverðin finst, og vit kunnu verða drigin ein og annan veg, men Guds orð sigur: Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er! Kol. 3:2.

 

Sunnudagin talaði Sunniva Poulsen. Hon tosaði um gleðiboðini um, at okkum er ein frelsari føddur. Mong menniskju kenna seg ráðaleys í lívinum. Heimurin manglar Jesus! Vit kunnu øll bera boðini um Jesus, har vit eru - í tí umhvørvi og leikluti, vit eru í. Havandi eyguni vend á Jesus!

Aftaná møtið var suppa til keyps, umframt at pylsuvognur stóð uttanfyri. Seinni varð farið samkomuútferð til Prestá á Skála. Ein sera hugnalig løta við góðum veðri, kaffi, vafflum og nógvum smílandi andlitum :) 

Myndir - Trýst HER


Awake við Øyvind Bjerkenes - Trýst HER

 

Sunnudagsmøti við Sunnivu Poulsen -Trýst HER

Sí fleiri greinar