Vika 13
Sonja I. Jacobsen, 30.03.2020

Samfelagið er enn merkt av korona, men samkoman heldur fram at virka á netinum.

 

Einaferð um mánaðin fundast elstaráðið. Hesa vikuna var tíð til at fundast, men tað mátti gerast í frástøðu. Tí møttust elstarnir í Lonini. Í elstaráðnum eru Pauli, Búgvi, Joan Pauli, Henning og Ólavur.

 

Stórur upptøkudagur var aftur hesa vikuna. Tá vórðu spældir inn fleiri lovsangir, ið koma út í næstum. Eisini var familjumøti á skránni - tað vil siga, at hesa vikuna vóru sunnudags- og barnamøtið samansjóðað í eitt møti fyri øll.

 

Familjumøtið sæst HER

 

Myndir síggjast HER

Sí fleiri greinar