Møti + døgurði
Sonja I. Jacobsen, 09.02.2020

 Tilmelda til døgurðan her.

 

Sunudagin 16. februar kl. 11:00 verður eitt spennandi møti við ymiskari luttøku! Øll eru hjartaliga vælkomin og bjóða endiliga fleiri við!

 

Eftir møtið verður møguleiki at keypa døgurða. Døgurðin hesaferð verður einki minni enn oksakjøt við eplum, rómaeplum, reyðkáli, grønmeti og brúnari sós.


Melda teg til døgurðan við at trýsta HER

 

Prísur fyri døgurðan:
Børn 0-4 ár ókeypis
Børn 5-12 ár kr. 40,-
Vaksin 13 ár og eldri 80,-

 

Okkurt leskiligt verður eisini omaná døgurðan. 

 

Veri hjartaliga vælkomin ❤️

Samkoman Keldan

Sí fleiri greinar