Kafé Keldan + bíbliuundirvísing
Sonja I. Jacobsen, 09.02.2020

Mikudagin 12. feb. frá kl. 17:00-19:00 verður Kafé Keldan aftur opin, og hesaferð verður møguleiki at keypa grill. 

 

Bíbliuundirvísing

Kl. 19:00 verður ein áhugaverd bíbliuundirvísing við Búgva Olsen í barnasalinum. Búgvi er útbúgvin gudfrøðingur og arbeiðir til dagligt sum hjálparpastorur í samkomuni Keldan. Eisini er Búgvi ein av lærarunum á bíbliuskúlanum hjá Livets Ord í Uppsala, Svøríki. 
Evnið verður Guds eginleikar. 

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Kaffi og te er ókeypis, møguleiki er at keypa okkurt søtt afturvið. 

 

Vit síggjast til gott samanhald, Kafé Keldan.

Sí fleiri greinar