Kunnandi fundur um Frískúlan Kelduna
Sonja I. Jacobsen, 10.01.2020

Kunnandi fundur um Frískúlan Kelduna verður týsdagin 28. januar kl. 19, har øll eru vælkomin.

 

Møguleiki verður eisini fyri at innskriva børn í forskúla og aðrar flokkar. 

 

Frískúlin Keldan er ein frískúli, har dentur verður lagdur á kristnu virðini. Okkara endamál er skapa eitt umhvørvi við íblástri, trivnaði, læring og persónligum vøkstri.

 

Forskúli, skúli 1.-7. flokk og frítíðarstova eru alt á einum staði. Karmarnir eru góðir í náttúruvinarliga umhvørvinum í Skálafirði. 

 

Sí annars heimasíðu okkara: www.fsk.fo

 

Ynskir tú fleiri upplýsningar, kanst tú ringja til skrivstovu skúlans tel. 442502 ella til Anniku Høj, fart. 748755.

Sí fleiri greinar