Nýggjársveitslan 2019
Kodio, 24.12.2019

Árliga nýggjársveitslan í Kelduni verður sunnudagin 29. desember kl.18.00. 

 

Eins og undanfarin ár kemur veitslan at innihalda ymiskt til bæði álvara og gaman. Veitslan er ókeypis, men maturin verður eitt stórt kalt samanskotsborð, sum øll, ið eru við á veitlsuni, eru við til at fylla (sí leinkju niðanfyri). Aldursmarkið fyri veitsluna er 13 ár.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tilmelding til nýggjársveitsluna fer fram við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og fylgja leiðbeiningini.

Gjøgnum hesa leinkjuna sæst eitt yvirlit yvir hvat skal gerast til samanskotsborðið, og við at trýsta á leinkjuna og fylgja leiðbeiningini, kanst tú skráseta, hvat tú/tit tekur/taka við. 

Freistin at tekna seg til nýggjársveitsluna er sunudagin 22. desember.

Sí fleiri greinar