Navn:
Kirstin Jakobina F. Abrahamsen
Aldur:
24 ár
Hjúnafelagi og børn:
Gift við Ólavi Abrahamsen síðan 2013, og saman eiga vit 3 deilig børn. Emil 4 ár, Betuel 3 ár og Majbritt 1,5 ár.
Hvar býrt tú?
Á Skála.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eri uppvaksin á Strondum.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Barnaárini vóru góð. Eingin strømm tíðarramma, nógv av tíðini bleiv brúkt uppá familju og vinir. Eri uppvaksin í tí besta heiminum, við tí bestu familjuni og havi fingið ótrúliga nógv gott at taka við mær út í lívið.
Hvat gert tú til dagligt?
Í løtuni gangi eg í skúla á Miðnámi á Kambsdali.
Hvat gert tú í frítíðini?
Frítíðin verður mest brúkt uppá børn, mann, familju og tað húsliga. Vitji familju, gangi í gentubólk og hugni mær heima.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálva við fáum orðum?
Hehe... kanska tað, ein vil kalla at vera erlig!
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Fødd inn í samkomuna – tíbetur ;) Keldan hevur altíð verið mítt heim.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Samanhaldið, at síggja, hvussu fólk geva sína tíð, orku og brenna fyri samkomuni. Kenni meg sum heima.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Í løtuni eri eg í kaffitænastuni sunnudagar.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon skal halda áfram at vaksa, og at hon skal røkka longur út.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Vónandi í okkara egnu húsum, geri tað, sum eg elski... men jaaa, livi í løtuni, sum er nú :)
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Havi altíð hildið fast við Sálm 119, 9: “Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum!”