Navn:
Tórfríð Arnfríðardóttir Danielsen
Aldur:
35 ár
Hjúnafelagi og børn:
Gift við Dan Danielsen síðani 2005, og saman eiga vit Eyðley (10 ár), Fríðu (7 ár) og Viktor (2 ár).
Hvar býrt tú?
Á Strondum.
Hvar ert tú uppvaksin?
Fyri tað mesta í Skálafirði, men áðrenn hetta m.a. í Oyndarfirði og Danmark.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
slíkt spyr man ikki ein sálarfrøðing um... :)
Hvat gert tú til dagligt?
Starvist sum sálarfrøðingur á Barna- og Ungdómspsykatriini.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Havi altíð hildið, at menniskjað er spennandi at studera, at lurta eftir og hjálpa. Tískil valdi eg fara undir at lesa sálarfrøði. Eg eri serliga áhugað í børnum, og haldi, at tað er nógv vunnið við at hjálpa menniskjum tíðliga á lívsleiðini, meðan tey enn eru børn. Og eisini at foreldrini fáa hjálp til at hjálpa sínum barni. Júst hesar arbeiðsuppgávur eru á barna- og ungdómspsykiatriini.
Hvat gert tú í frítíðini?
Mín frítíð fer fyri tað mesta til børn, hús og mann. Arbeiðið krevur nógv, og vit renovera (enn), sum eisini fer við nógvari tíð (...hjá manninum). Eisini dámar mær væl at ganga túrar.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Kann ikki tola slíkar spurningar. Mær dámar ikki at tosa um meg sjálva.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Vinkona mín Anja bleiv frelst sum 16 ára gomul og bjóðaði mær við á møti nakrar ferðir. Eg segði sum oftast nei, men einaferð fór eg. Eg trúði á Guð áðrenn, men hevði ikki játtað Hann sum Harra. Eg tók ímóti Jesusi, og tað var natúrligt at velja Kelduna sum mítt andaliga heim í hesum sambandi.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Samanhaldið og tænastulyndið hjá samkomulimunum.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Um ja, hvørjari?Eri í lovsangstænastuni og kaffitænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon stendur sterk andaliga og ikki troyttast at gera tað góða. At tey, sum leggjast afturat, eisini kenna seg sum ein partur av felagsskapinum.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Her!
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
HARRIN er hirði mín; mær fattast einki. Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum. Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld. (Sálm 23, 1-3)