Andans rødd er innan í tær
Sonja I. Jacobsen, 11.07.2019

Møtið sunnudagin var sermerkt á tann hátt, at samkoman Lívsins Orð hevði so at siga alt møtið. Eftir at Búgvi hevði bjóðað vælkomin og havt lýsingar, tók Poli Jacobsen yvir. Lovsangskór úr Lívsins Orði leiddu lovsangin og eisini var onkur vitnisburður, áðrenn Poli sjálvur talaði.

Talan var um at verða leiddur av Andanum. Poli segði, at Andin talar ofta við okkum, uttan at vit sjálv varnast tað.

”Fyri at verða leiddur av einum persóni, er neyðugt at vita, hvar tann persónurin er,” segði hann og vísti á fleiri vers í Bíbliuni, sum siga, at Andin býr í okkum. Hann segði, at vit hava fingið eina rødd inn í okkum, og tí er ikki neyðugt at bíða eftir, at onkur annar skal bera okkum eina persónliga heilsan frá Gudi. Vit eiga fyrst og fremst at læra okkum at lurta eftir røddini, sum er í okkum.

Gud kann eisini tala við okkum gjøgnum aðrar persónar, men teir persónarnir eru vanlig menniskju, sum kunnu taka feil. Tí eiga vit at ”døma um andar”, sum Bíblian kallar tað.

Poli tók samanum, at:

• Gud ynskir at leiða hvønn einstakan av okkum

• Vit mugu vita, at Andin er í okkum

• Vit mugu vita, hvussu Hann leiðir

Møtið endaði við, at nøkur lovsangskór vórðu sungin.

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar